Ikki fleiri pengar til tónleik

Ikki fleiri pengar til tónleik
Meirilutin í Fíggjarnevndini, samgongan og Sjálvstýri, vil ikki lata Symfoniorkestrinum og musikkskúlunum fleiri pengar í ár
 
18.05.2020 - 08:41

Meirilutin tekur ikki undir við uppskotinum um eykajáttan hjá Tjóðveldi, sum vil lata Symfoniorkestrinum og musikkskúlunum 3,5 milliónir krónur afturat í ár, tríggjar milliónir til musikkskúlarnar og hálva millión til Symfoniorkestrið.

Meirilutin sigur, at í ár eru settar av 14,9 milliónir krónur til musikkskúlarnar og 1,7 milliónir krónur til Symfoniorkestrið. Og tað eiga vit at halda fast um, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini.

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin taka undir við uppskotinum um eykajáttan, tí bíðilistarnir hjá musikkskúlunum eru langir. Har eru í løtuni yvir 800 børn og ung. 

Symfoniorkestrið hevur brúk fyri fleiri pengum, so tað kann geva tónleikarum eina rímiliga samsýning, siga Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin. Ruth Vang í Framsókn sigur, at hon tekur støðu í tingsalinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025