300 fólk handtikin í Hongkong

300 fólk handtikin í Hongkong
Fólk mótmæla, at eitt umstrítt lógaruppskot væntandi verður samtykt í dag
Ófriðurin í Hongkong byrjaði tíðliga í morgun
 
27.05.2020 - 14:53


Umleið 300 fólk eru handtikin í Hongkong eftir ófrið í sambandi við eitt umstrítt lógaruppskot.

Sambært lógaruppskotinum, sum helst verður samtykt seinni í dag, verður tað bannað at gera gjøldur burtur úr kinesiska tjóðsanginum.

Eygleiðarar vænta, at lógaruppskotið  verður samtykt.Fólk kunnu verða dømd inn at sita í trý ár og fáa tíggjutúsundtals krónur í bót, verður lógaruppskotið endaliga samtykt.

Byrjaði í morgun

Løgreglan hevur boðað frá ófriði, sum byrjaði klokkan 5:30 lokala tíð.

Vegir vórðu avbyrgdir, og rusk og seymir eru løgd á jarnbreytir, sigur løgreglan. Fleiri fólk hava eisini borið vápn, og eldur er settur á fleiri staðni.

Nógv løgreglufólk royndu at halda mótmælisfólkunum burtur frá bygningunum hjá lóggávuvaldinum, skriva tíðindastovurnar Ritzau og DPA.

Trygdarlóg

Stjórnin í Hongkong fagnaði fyrr í vikuni einum uppskoti hjá kinesisku stjórnini um eina nýggja trygdarlóg á økinum

Sambært lógini kann Kina snúgva sær undan lógarverkinum í Hongkong og samtykkja landsumfatandi lógir um "svikagerðir, eggjan til uppreistur og útlendska uppílegging."

Í fjør summar og heyst var nógvur ófriður í Hong kong, men seinastu mánaðirnar hevur verið friðarligt orsakað av COVID-19, men nú eru mótmælisrørslur aftur farnar at gera um seg.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532