Blástu á veg í land

Blástu á veg í land
Aftur í nátt vóru heilt nógv fólk í býnum í Havn
Politiið var á ferjuleguni í nátt, tá Smyril kom á Havnina úr Vági.
 
21.06.2020 - 15:34

Ein bilførari, sum var á veg oman eftir Hvítanesvegnum, oman fyri Hoydalar, klokkan trý korter til fýra í nátt misti tamarhaldið á bilinum, sum millum annað rakti eitt skelti á einari oyggj á vegnum.

Tvey fólk vóru í bilinum, men tey fingu ikki skaða.

Bilurin fór so illa, at hann kundi ikki koyra av staðnum.

Blóðroynd er tikin í sambandi við óhappið.

Tá Smyril kom av Vági á Havnina um midnáttarleitið, bað politiið bilførarar, sum komu land, blása í alkokolmátaran.

Eingin, sum blásti, fór upp um loyvda promilluhámarkið. Men tað gjørdi ein bilførari, sum var staddur á bryggjuni.

Aftur í nátt vóru heilt nógv fólk í býnum í Havn. Skeinkistøðini lótu aftur klokkan tvey, sum tey eru vorðin samd um at gera.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037