Landsstýrið játtar peningin

Landsstýrið játtar peningin
Landsstýrið er samt um at stuðla filmsverkætlanini, Trom
Landsstýrið játtar nú pening til filmsverkætlanina, Trom, so krimirøðin kann takast upp í Føroyum
 
30.06.2020 - 14:44

Vit hava viðgjørt málið á landsstýrisfundi í morgun, og vit eru samd um at játta pengarnar, ið skulu til, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, við in.fo

Landsstýrismaðurin sigur við heimasíðuna, at tað er møguligt, at tvær milliónir krónur verða játtaðar í heyst, og restin av peninginum verður játtaður á fíggjarlógini komandi ár.

Samlaða fíggjarætlanin 37 milliónir

Í seinastuni hevur tosað verið um, at røðin skuldi takast upp í Íslandi heldur enn í Føroyum, tí framleiðslufelagið fekk betri fíggjarligar treytir við afturbering í Íslandi.

Sambært stigtakarunum er tørvur á fýra milliónum krónum í afturberingarstuðli, fyri at krimirøðin skal kunna filmast í Føroyum, og ikki í Íslandi, har hesin stuðul longu er tøkur.

Trom er ein føroysk krimirøð, sum sjónvarpsrisin ZDF/Arte hevur keypt, og sum ætlanin hevur verið at taka upp í Føroyum. Fíggjarætlanin hjá Trom er 37 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444