60.000 nýggir tilburðir: Met nógv smittað í USA

bannari
60.000 nýggir tilburðir: Met nógv smittað í USA
Ongantíð fyrr hava so nógv fólk í USA fingið staðfest COVID-19, sum í gjár
Í september vera 200.000 fólk í USA deyð av koronu, heldur gongdin fram, vísa útrokningar
 
08.07.2020 - 07:57

Í gjár fingu 60.209 fólk í USA staðfest koronuvirus. Hetta er størsta smittutalið í eitt samdøgur síðani fyrsti tilburðurin varð staðfestur. 

Tilsamans hava umleið tríggjar milliónir fólk í landinum verið smittað við COVID-19. Tað vísa tøl hjá Johns Hopkins University, ið greinar og skrásetir koronutøl úr øllum heiminum.

Teir flestu nýggju COVID-19 tilburðirnir í USA eru í statinum Kalifornia, men eisini í Texas og Florida hava nógv fólk fingið staðfest smittuna.

Framrokningar hjá Johns Hopkins University vísa, at í september vera 200.000 fólk í USA deyð av COVID19, um bilbugt ikki fæst við smittuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. apríl
Hendingar á Løgtingi og Fólkatingi (2:2)
206594
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
206588
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206570
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Gudstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563