Noktaði at lata seg kanna fyri koronu

bannari
Noktaði at lata seg kanna fyri koronu
Tað eydnaðist løgregluni at sannføra mannin, sum fór aftur á flogvøllin at verða kannaður
 
28.09.2020 - 08:42

Ein ferðamaður noktaði at lata seg kanna fyri koronu á flogvøllinum í gjár, upplýsir løgreglan.

Løgreglan fann tó fram til mannin, sum var farin til Havnar, og tosaði við hann.

Tað vísti seg, at maðurin ivaðist um kanningarháttin, og vildi fegin kannast fyri koronu á annan hátt.

Løgreglan fekk tó sannført mannin um at lata seg kanna, og tað játtaði hann.

Maðurin varð síðani varð koyrdur vestur aftur á flogvøllin, har hann varð kannaður, og so aftur til Havnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129