Postboð í USA tveitti brævatkvøður í ruskbingju

Postboð í USA tveitti brævatkvøður í ruskbingju
Maðurin kann verða dømdur hálvt sætta ára fongsul og 1,6 mió. kr. í bót
Donald Trump, forseti, hevur ávarað um svik við brævatkvøðum. Eitt postboð í statinum New Jersey er ákært fyri at hava tveitt brævatkvøður í eina ruskbingju
 
09.10.2020 - 09:22

Eitt postboð í amerikanska statinum, New Jersey, er ákært fyri at hava tveitt nærum 2.000 brøv í eina ruskbingju, millum annað atkvøðuseðlar. 

Tað skrivar CNN.

Sambært ákæruni, tveitti 26 ára gamla postboðið 1.875 brøv, millum annað 98 brævatkvøður til forsetavalið, í tvær ruskbingjur. 

Hetta skal verða hent á tveimum postrutum í statinum.

Ein borgari í North Arlington fann annan bunkan av brøvum við elastikki um í einari ruskbingju, og hann boðaði løgregluni á staðnum frá.

Postmaðurin kann verða dømt upp í fimm ár og seks mánaða fongsul og 1,6 milliónir krónur í bót, um hann verður funnin sekur. 

Maðurin kom í starv sum postboð í juli í ár.

Trump ávarað um brævatkvøður

Allur postur er síðani komin til røttu móttakararnar, skrivar CNN, men tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá postmyndugleikanum í New Jersey.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fleiri ferðir ávarað um, at nógvar brævatkvøður kunnu elva til valsvik. Men hesum vísa amerikanskir valmyndugleikar aftur.

Tey vissa um, at brævatkvøður er eins tryggur háttur at velja, sum vanligi mátin at greiða atkvøðu.

Trump hevur fleiri ferðir sátt iva um, um hann fer at góðtaka úrslitið av amerikanska forsetavalinum. 

Men nú verður sagt, at hann fer at góðtaka úrslitið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327