Tveir politiskir kreppufundir í Danmark á skránni

Tveir politiskir kreppufundir í Danmark á skránni
Bæði sosialdemokratarnir í Keypmannahavn og Radikale Venstre í Fólkatinginum hava kreppufund í dag
 
18.10.2020 - 11:57

Tveir avgerandi politiskir kreppufundir verða hildnir í Danmark í dag í kjalarvørrunum av skemdargerðum, sum eru komnar undan kavi seinastu vikuna.

Annar fundurin verður klokkan 17:30 íbýráðshúsinum í Keypmannnahavn. Tað boðaði Frank Jensen, borgarstjóri, frá á Facebook í gjár.

Fundarboðini koma í kjalarvørrinum av eini grein í Jyllandsposten, har tvær kvinnur ákæra Frank Jensen fyri ósømiligan atburð í veitslulagi fyri nøkrum árum síðani.

Aðru ferð í tveir dagar

Hetta er aðru ferð innan tveir dagar, at Frank Jensen viðmerkir ákærurnar á Facebook. Fyrru ferðina segði borgarstjóranum seg harmast um hendingarnar, tó uttan beinleiðis at biðja um umbering.

Tað gjørdi hann so seinnu ferðina:

Eg vil fegin geva øllum mína treytaleysa umbering - til mínar floksfelagar, men serliga til tey fólk, sum eg við mínum atburði havi gjørt meg inn á, skrivar Frank Jensen.

Hann leggur afturat, at hann eftir fundin við hinar flokkarnar, sum mynda meirilutan í býraðnum í Keypmannahavn, fegin vil tosa við fjølmiðlarnar.

Framvegis órógv í Radikale Venstre

Hin kreppufundin hevur forkvinnan fyri Radikalu Vinstra kallað inn til. Tey innbodnu eru 16 fólkatingslimir hjá flokkinum.

Fundurin verður hildin, tí órógv framvegis er í flokkinum, eftir at tað er komið fram, at nýggja forkvinnan, Sofie Carsten Nielsen, visti um ósømilga atburðin hjá undanfarna formanninum, Morten Østergaard, som legði frá sær í síðstu viku.

Kreppufundurin hjá Radikalu Vinstra byrjaði klokkan 13 í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. desember
Men tað hendi...
201510
Mikudag 24. desember
Jólaheilsanir 2025
201955
Mikudag 24. desember
Morgunlestur mikudagur 24.desember 2025
201877
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Palli Halaleysi
201935
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870