Filip Jojic á landsliðnum fyri fyrstu ferð

Filip Jojic á landsliðnum fyri fyrstu ferð
Filip Jojic er tikin út til føroyska landsliðið fyri fyrstu ferð, nú Føroyar skulu spæla tveir EM-undankappingardystir móti Kekkia í næstum
Filip Jojic skal umboða Føroyar fyri fyrstu ferð
 
19.10.2020 - 12:10

Filip Jojic er ein av teimum 17 spælarunum í føroyska landsliðshópinum, sum skal spæla tveir EM-undankappingardystir móti Kekkia í november. Tað er greitt, nú venjararnir, Sonni Larsen og Dia Midjord, hava úttikið hópin.

VÍF-bakkurin fekk ríkisborgararætt í summar, og hetta er fyrstu ferð, at hann kann umboða Føroyar.

Fyrri dysturin verður á útivølli í Pilzen í Kekkia mikudagin 4. november, meðan heimadysturin verður í Høllini á Hálsi leygardagin 7. november.

Áki Egilsnes hevur av persónligum ávum valt landsliðið frá til báðar dystirnar, meðan korona avmarkar luttøkuna hjá Róki Akralíð, tí hann starvast sum lækni í Aarhus. Rókur kemur ætlandi bert at spæla heimadystin í Føroyum, meðan Pætur Mikkjalson er úttikin til útidystin í Kekkia.

Kekkia er hægst styrkismett av  teimum 4 liðunum í bólki 3. Hini liðini eru Russland og Ukraina. Kekkia gjørdist nr. 12 til EM í 2020 og nr. 6 til EM í 2018.

Føroyski hópurin

Nicholas Satchwell, KA Akureyri
Tórður Skorheim Guttesen, Odder Elite Håndbold
Rói Berg Hansen, HØJ
Leivur Mortensen, Ajax København
Brandur Halgirson, Ajax København
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger
Filip Jojic, VÍF
Peter Krogh, H71
Teis Horn Rasmussen, TM Tønder
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Vilhelm Poulsen, Fram
Allan Norðberg, KA Akureyri
Pætur Thomsen, H71
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger
Pætur Mikkjalson, SUS Nyborg
Rókur Akralíð, HEI Skæring
Rógvi Dal Christansen, Fram

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974