Hótti løgreglufólk við knívi heima við hús

Hótti løgreglufólk við knívi heima við hús
Ein maður skal grundlógaravhoyrast í Føroya rætti seinni í dag
 
27.11.2020 - 10:32

Ein maður í 50'unum skal í grundlógaravhoyring í dag fyri at hava verið inni í íbúðini hjá einum løgreglufólki og hevur hótt viðkomandi við knívi. Hetta hendi seinnapartin í gjár. Maðurin rýmdi frá staðnum, áðrenn løgreglan kom, men hann varð handtikin seint í gjárkvøldið.

Løgreglan fer at krevja mannin varðhaldsfonglsaðan í nakrar vikur, so at hann ikki kann ávirka kanningararbeiðið, sletta slóðir og ávirka vitni. Eisini tí at vandi kann verða fyri, at maðurin fremur álop aftur, sigur Heri Andreassen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni.

Grundlógaravhoyringin verður kl. 13 í dag.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129