Kvotur fluttar

Kvotur fluttar
Fiskimálaráðið mælir til at flyta ein part av makrelveiðuni, ið skuldi fiskast í ár, til næsta ár
 
10.12.2020 - 07:13

22.600 tons av makreli, sum skuldu fiskast í ár, verða flutt til næsta ár. Tað mælir Fiskimálaráðið til í lógaruppskoti, sum kom í tingið í gjár.

22.600 tons eru nógv meira enn tey tíggju prosentini av kvotuni, sum sambært galdandi lóg kunnu flytast til næsta ár.

Felagið Nótaskip, Reiðarafelagið og Fiskivinnuráðið heittu á landsstýrismannin um at flyta alla ófiskaðu makrelkvotuna frá 2020 til 2021. 

Svartkjaftur eisini uppií

Kvoturnar, sum skuldu latast til vinnuligar royndir og verkætlanir í ár, skulu eisini flytast til næsta ár. Og tá kemur svartkjaftur eisini uppí.

Møguligt verður eisini søkja um kvotu í sambandi við ítøkiligt fiskifarskeyp, uttan at seta fiskifarinum treyt um veiðiloyvi, soleiðis, at nýggir reiðarar við egnu fiskiførum kunnu fáa fiskirættindi, sigur Fiskimálaráðið.

Lógaruppskotið loyvir eisini teimum, sum hava fýra ára menningarkvotur og ískoytiskvotur, at flyta tað, sum ikki er fiskað í ár, til næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595