Aksel fer í uttanlandsnevndina

Aksel fer í uttanlandsnevndina
Eyðgunn Samuelsen avloysir Aksel V. Johannesen í trivnaðarnevndini, og Jóhannis Joensen fer í landsstýrismálanevndina
Nú Heðin Mortensen er farin í farloyvi úr tinginum, er Aksel V. Johannesen vorðin limur í uttanlandsnevndini, og Eyðgunn Samuelsen er farin í trivnaðarnevndina fyri Aksel V. Johannesen
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.01.2021 - 13:43

Aksel V. Johannesen verður nú fastur limur í uttanlandsnevndini, og Jóhannis Joensen verður fastur limur í landsstýrismálanevndini.

Aksel V. Johannesen fer úr trivnaðarnevndini, og í hansara stað kemur Eyðgunn Samuelsen, sum er komin í tingið fyri Heðin Mortensen, ið er farin í farloyvi.

Tað var úrslitið av nevndarvalinum í tinginum fyri løtu síðani.

Heðin Mortensen var limur í uttanlandsnevndini og landsstýrismálanevndini.

Neyðugt at velja av nýggjum

Men neyðugt var at velja tingnevndirnar av nýggjum, tí tað ber ikki til at skifta nevndarlimir í uttanlandsnevndini og landsstýrismálanevndini í ótíð. Og varafólk, sum tekur sæti á tingi fyri tingfólk í farloyvi, kann ikki taka við sessunum í uttanlandsnevndini og landsstýrismálanevndini. 

Valbólkurin hjá Javnaðarflokkinum, Framsókn og Tjóðveldi skeyt upp at gera hesar broytingarnar, og tað varð einmælt samtykt.

Allar hinar nevndirnar eru óbroyttar.

Heðin Mortensen var eisini annar næstformaður í tinginum. Eyðgunn Samulsen er farin í tann sessin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065