Kunnu fara til Íslands at fiska lodnu

Kunnu fara til Íslands at fiska lodnu
Í løtuni er føroyska lodnukvotan 3.050 tons
Uppsjóvarskipini kunnu nú fara í íslendskan sjógv at fiska lodnu
Mynd: Varðin  
 
04.02.2021 - 11:24

Nú kunnu føroysk skip fara til Íslands at fiska lodnu.

Kunngerðin um tað er lýst og komin í gildi. Treytirnar eru tær somu sum hini árini.

Er kvotan minni enn 12.000 tons, er loyvt til og við 17.februar at landa 4.000 tons uttan fyri Ísland, ella frysta umborð, tó ikki meira enn ásettu kvotuna.

Í løtuni er føroyska lodnukvotan 3.050 tons.

Kunngerðin um føroyskan lodnufiskiskap í íslendskum sjógvi er galdandi til 1.mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037