Landsroknskapurin: Nógv eftir at fáa í rættlag

Landsroknskapurin: Nógv eftir at fáa í rættlag
Løgtingið skal í dag atkvøða um landsroknskapin fyri 2019
 
02.03.2021 - 06:19

Sumt er komið í rætt lag, men nógv er eftir enn. Tað sigur Fíggjarnevndin í løgtinginum í áliti sínum um landsroknskapin.

Har sigur nevndin, at nøkur afturvendandi viðurskifti, sum løgtingsgrannskoðararnir hava víst á, eru komin í rættlag.

Tíðarfreistir ásetast

Nevndin heldur tó framvegis fast við, at løgmaður eigur at seta landsstýrisfólkunum tíðarfreistir fyri, nær írestandi viðurskifti skulu fáast í rættlag.

Fíggjarnevndin tekur undir við løgtingsgrannskoðarunum, sum átala harðliga nøkur viðurskifti í almennu fyrisitingini.  

Løgtingið skal eisini í dag viðgera uppskotið hjá Framsókn um at lata Apoteksverkinum níggju milliónir krónur til at keypa koronuvaksinur. Tingfundurin í dag er klokkan 11:00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065