Øll manningarfeløgini sáttmála

Øll manningarfeløgini sáttmála
Sáttmálarnir hava sama karm sum aðrir sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum
 
02.03.2021 - 08:19

Øll trý manningarfeløgini og Reiðarafelagið fyri handilsskip hava gjørt tvey ára sáttmálar, sum komu í gildi í gjár.

Sáttmálarnir hava sama karm sum aðrir sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum. Lønin hækkar 2,05 prosent fyrra árið og 1,25 prosent seinna árið.

Reiðarafelagið fyri handilsskip hevur níggju sáttmálar við manningarfeløgini. Við hvørt felag er ein høvuðssáttmáli og tveir sersáttmálar fyri frálandaskip.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775