Eiga ikki at lóggeva á felagsøki

bannari
Eiga ikki at lóggeva á felagsøki
Forðingar fyri smittuspjaðing eru í donsku epidemilógini, men matstovulógin varð brúkt at avmarka upp- og afturlatingartíðir á skeinkistøðum
Smittuspjaðing er fevnd av donsku epidemilógini, men matstovulógin varð brúkt at avmarka, nær skeinkistøð kundu hava opið
 
15.03.2021 - 09:01

Tað eigur ikki at koma fyri í einum rættarsamfelagi, at vit lóggeva á felagsøki, tá tað er greitt, at føroyskir myndugleikar ikki hava lóggávuvaldið á økinum. 

Tað sigur Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni um at brúka matstovulógina til at avmarka upp- og afturlatingartíðir hjá skeinkingarstøðum fyri at forða fyri smittuspjaðing.

Forðingar fyri smittuspjaðing eru í epidemilógini. Og hon er donsk. 

Tingfólk ørkymlað

Sundheds- og Ældreministeriet í Danmark er samt við tulkingina hjá Lógartænastuni. Og tað var umsitingin hjá løgtinginum eisini. Hon mælti tó ikki til at burturvísa málinum.

Í álitinum frá Vinnunevndin sæst greitt, at eisini tingfólk vóru sera ørkymlað, tí tað var ivasamt, um løgtingið hevði neyðuga lóggávuvaldið, sigur Lógartænastan í ársfrágreiðing sínari fyri løgtingsárið 2019, sum endaði á ólavsøku í fjør. 

Eftirkannaði 202 mál

Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni eftirkannaði 202 uppskot frá landsfyrisitingini í løgtingsárinum 2019. Tað eru 64 uppskot færri enn í løgtingsárinum 2018, men á leið tað sama sum í 2015. 

Felags fyri 2015 og 2018 er, at nýtt landsstýri tók við hesi árini. Eitt nývalt landsstýri ger vanliga ikki so nógv lógaruppskot fyrstu tíðina, sigur Lógartænastan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012