Rindaðu 100 mió. kr. meira í endurgjaldi í fjør

Rindaðu 100 mió. kr. meira í endurgjaldi í fjør
Hóast byrjanin var vánalig, endaði 2020 væl hjá Betri trygging, sum hevði 67 milliónir í avlopi eftir skatt
Betri trygging hevði 67 milliónir kr. í avlopi í fjør, sum var eitt rokmikið ár
 
17.03.2021 - 15:43

Betri trygging rindaði 382 milliónir krónur í skaðaendurgjaldi í fjør, nærum 100 milliónir krónur meira enn árið fyri.

12.700 skaðar vóru í fjør, samanborið við 11.100 árið fyri.

Tryggingarinntøkurnar vuksu 26 milliónir kr., upp í 426 milliónir.

Úrslitið hjá Betri trygging í fjør var 67 milliónir krónur eftir skatt, tvær milliónir meira enn í 2019. 

Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri trygging, sigur, at hóast nógvir trupulleikar vóru fyrst í 2020, endaði árið kortini væl.

Fingu ein hvøkk

- Byrjanin var hørð, og gav okkum ein hvøkk. Fyrst var ein ódn um mánaðarskiftið februar/mars, og síðani var undantaksstøða frá grækarismessu til mai, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri trygging. 

Ferðaavlýsingar streymaðu inn, og í fjør læt Betri trygging 2033 ferða- og avlýsingarendurgjøld afturímóti 1453 árið fyri.

- Virksemið í landinum steðgaði nærum upp, og virðisbrøvini á fíggjarmarknaðinum fullu. Men út á summarið javnaði tað seg, og sum árið leið, vendi gongdin, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

Talið á viðskiftafólkum vaks, vøruúrvalið varð broytt og víðkað, og tað hevði við sær, at inntøkurnar vuksu. Kostnaðurin at reka felagið minkaði, íløgurnar góvu yvirhøvur gott avkast, og um várið, tá Føroyar fóru niður í ferð, minkaði talið av skaðatilburðum ein fjórðing.

Ingunn Eiriksdóttir er forstjóri í Betri trygging

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Mánadag 29. desember
Mono - seinasta av trimum sendingum
202055
Mánadag 29. desember
Morgunlestur mánadagur 29.desember 2025
201925
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. desember
Veðrið
202081
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866