Ætla at avgreiða bústaðarpakkan í dag

Ætla at avgreiða bústaðarpakkan í dag
Seinasti tingfundur fyri páskir verður í dag
Bústaðarpakkin hjá landsstýrinum kemur til triðju og endaligu viðgerð í dag
 
25.03.2021 - 09:41

Løgtingið ætlar at avgreiða bústaðarpakkan endaliga í dag.

Møguliga koma broytingaruppskot frá andstøðuni. Andstøðan tekur ikki undir við uppskotinum, sum tað nú er orðað.

Níggju triðju viðgerðir eru í dagsskránni í dag. 

Ein onnur viðgerð er, hon er um uppskotið at játta 10 mió. kr. aftrat til búheim og umlættingarheim til børn og ung við autismu.

Tingið í páskafrí

Tingfundurin í dag er kl.13.00. 

Tingfundur verður so ikki aftur fyrr enn mikudagin 7.apríl. Tá eru ófráboðaðir spurningar á skránni.

Næsta vika er dymbildagavika, ella páskavikan, sum hon vanliga verður rópt, og tá er eingin tingfundur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025