Tríggjar vikur uttan nýggja koronusmittu

bannari
Tríggjar vikur uttan nýggja koronusmittu
Nú eru 243.904 kanningar gjørdar í Føroyum. 0,27 prosent teirra vóru positivar
Tríggjar vikur eru nú síðani, nýggj koronusmitta seinast varð funnin í Føroyum.
 
04.04.2021 - 10:52

Heldur ikki fríggjadagin og leygardagin varð nakar smittutilburður staðfestur í Føroyum. 425 kanningar vórðu gjørdar fríggjadagin og 364 kanningar leygardagin. 

Nú eru 243.904 kanningar gjørdar í Føroyum. 0,27 prosent teirra vóru positivar. 661 fólk hava fingið at vita, at tey smittað.

Í gjár vóru tríggjar vikur síðani, at nýggj koronusmitta bleiv funnin í Føroyum. Tað var leygardagin 13.mars, tá eitt ferðafólk, sum kom til Føroya, var positivt. Og 23. mars varð staðfest, at eingin í Føroyum hevur koronu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976