Streymurin og veðrið er gott til útróður

Streymurin og veðrið er gott til útróður
Fiskiskapurin í løtuni
 
05.07.2021 - 10:09

Bara tvey ísfiskalínuskip eru til fiskiskap í løtuni. Eitt er undir Føroyum, og eitt er við Ísland. 

Átta frystilínuskip eru úti, seks við Føroyar, eitt við Eysturgrønland og eitt á Flemish Kap.

Tað sigur Fiskamarknaður Føroya um fiskiskapin nú í vikuni.

Um útróður verður sagt, at streymur og veður eru góð, so útróður verður, bæði við snellu og línu.

 

Djúpvatnstrolarar royna

Tveir djúpvatnstrolarar royna, annar eftir svartkalva, og hin er á royndarveiðu eftir stinglaksi. 

Um partrolarar verður sagt, at fimm pør fiska upsa. Fiskaríið kundi verið betri. Trý pør fiska gulllaks.

Fýra trolbátar eru úti. Tveir eru á landleiðini, og tveir eru norðanfyri. Teir fáa mest flatfisk og tosk, og nakað av hýsu. 

Eitt garnaskip fiskar svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt hjá báðum, sigur Fiskamarknaðurin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040