Fimm eru smittað í løtuni

Fimm eru smittað í løtuni
Ein tilburður var í gjár
Nú eru umleið 34.600 fólk liðugt koppsett. 119 fingu seinna prikið í gjár.
 
02.09.2021 - 14:54

Ein tilburður av koronu varð staðfestur í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Tilburðurin er partur av kendari smittukeldu.

551 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið. Í løtuni eru 5 fólk smittað í Føroyum, og 17 sita í sóttarhaldi.

Koppseting

Í gjár fingu 147 fólk fyrra prikið, og 119 fingu seinna. 

36.739 fólk eru koppsett fyrru ferð. 34.576 hava fingið seinna prikið, og liðugt koppsett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541