Prika aftur á Giljanesi

Prika aftur á Giljanesi
Tey, sum fingu fyrra prikið 11. august, verða nú kallað inn til seinnu koppsetingina
Vága kommuna, Sørvágs kommuna og Sjúkrahúsverkið skipa fyri koppsetingini á Giljanesi.
 
02.09.2021 - 09:39

Mikudagin í næstu viku, 8.september, verður aftur koppseting á Giljanesi.

Tá er stundin komin at geva teimum seinna prikið, sum blivu koppsett á Giljanesi 11.august.

Fólk fáa innkalling til seinna prikið. Seinna prikið verður latið millum kl.15.00 og 16.00. 

Møguligt verður eisini at støkka inn á gólvið og fáa fyrra prikið. Tað byrjar kl.16.30.

Vága kommuna, Sørvágs kommuna og Sjúkrahúsverkið skipa fyri tiltakinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334