Aldursmarkið at fáa Samleikan verður 13 ár

Aldursmarkið at fáa Samleikan verður 13 ár
Peningastovnarnir hava víst á, at børn kunnu byrja at arbeiða og fáa løn, tá tey eru 13 ár
Fíggjarmálaráðið hevur gjørt uppskot um at lækka aldursmarkið at fáa talgildan samleika niður í 13 ár.
 
14.10.2021 - 08:37

Aldursmarkið fyri at fáa talgildan samleika eigur at lækka úr 15 árum niður í 13 ár.

Tað heldur Fíggjarmálaráðið, sum hevur gjørt uppskot um tað.

Peningastovnarnir hava víst á, at børn kunnu byrja at arbeiða og fáa løn, tá tey eru 13 ár.

Eisini hava viðskiftafólk hjá Talgildu Føroyum nevnt, at tað hevði verið ein fyrimunur hjá kommunum í sambandi við tiltakið ung í arbeiði, at aldursmarkið lækkaði.

Eitt annað dømi er talgilda koronupassið. Børn niður í 12 ár kunnu vera koppsett fyri koronu.

Tey, sum ikki hava snildfon ella teldil, kunnu fáa talgilda samleikan í einum geyma.

Ókeypis geymi

Hann skal kosta 300 kr. Nú er hann ókeypis.

Í august segði Løgtingsins umboðsmaður, at eingin heimild var at taka 350 kr. fyri slíkan geyma. Tí skuldu tey, sum høvdu goldið fyri geyman, hava pengarnar aftur. 

Eingin heimild er, tí eingin kunngerð er komin um gjaldið.

Lógin sigur, at slíkt gjald kann ásetast í kunngerð.


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025