Eysturoyartunnilin: 143 færri bilar um dagin í oktober

Eysturoyartunnilin: 143 færri bilar um dagin í oktober
Í oktober koyrdu í miðal 4.617 bilar í tunlinum hvønn dag
4.042 bilar koyrdu millum Eysturoynna og Streymoynna í oktober.
 
03.11.2021 - 14:16

143 færri bilar koyrdu í Eysturoyartunlinum um dagin í oktober enn í september. 

Í oktober koyrdu í miðal 4.617 bilar í tunlinum hvønn dag. Í september var talið 4.760.

Tað sæst í hagtølunum á heimasíðuni tunnil.fo.

Ferðslan vaks flestu mánaðirnar

Síðani tunnilin 11. januar fór at taka gjald fyri at koyra, er miðalferðslan vaksin flestu mánaðirnar. Í februar koyrdu 3.921 bilar ígjøgnum um dagin. Talið er síðani vaksið, men í apríl, juli, august og nú í oktober er talið minkað aftur.

4.042 bilar koyrdu millum Eysturoynna og Streymoynna í oktober, og 575 bilar koyrdu millum eystara og vestara arm á Skálafjørðinum. 

Færri bilar eisini í hinum tunlunum

Í Vága- og Norðoyartunlinum minkaði ferðslan eisini. Í Vágatunlinum koyrdu 71 færri bilar, 2.780 í september og 2.709 bilar í oktober.

Í Norðoyatunlinum minkaði ferðslan enn meira, úr 4.267 bilum í september niður í 3.909 í oktober. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659