Grønlendingar fara í rættin við donskum myndugleikum

Grønlendingar fara í rættin við donskum myndugleikum
Royndarverkætlanin, sum skuldi fáa eitt úrvalslið burtur úr grønlendingum, sum vórðu sendir til Danmarkar, miseydnaðist
22 grønlendsk børn vóru tikin frá familjum sínum og send til Danmarkar.
Mynd: Politiken  
 
22.11.2021 - 08:39

Ein bólkur av grønlendingum dregur nú Danmark í rættin fyri eina sosiala royndarverkætlan, sum tey vóru partur av í 1951.

22 grønlendsk børn vóru tikin frá familjum sínum og send til Danmarkar fyri at fáa tað grønlendska av sær.

Síðani skuldu tey eftir ætlan fara aftur til Grønlands sum eitt úrvalslið, ið tosaði danskt. 

Børnini búðu á barnaheimum í Nuuk, og sluppu ikki at tosa móðurmálið.

Stórar avleiðingar

Verkætlanin fekk stórar avleiðingar fyri børnini. 

Helvtin av teimum fingu sálarligar trupulleikar og hava verið bundin av rúsevnum, fleiri livdu stutt, og minni enn helvtin av teimum fekk eina útbúgving.

Tey seks, sum framvegis liva, krevja nú, at danski staturin rindar teimum endurgjald, skrivar Politiken.

- Tey hava mist sítt familjulív, móðurmálið, mentanina og tilknýti. Hetta er eisini brot á rættinum til privat- og familjulív , sambært evropiska mannarættindasáttmálanum, sigur Mad Krøger Pramming, advokatur, við blaðið.

250.000 kr. í part

Skal málið ikki fyri rættin, krevur bólkurin 250.000 krónur í part til tey, sum eru á lívi.

Skrivstovan hjá Mette Frederiksen, forsætisráðharra, hevur 14 dagar at svara, skrivar blaðið.

Í fjør bóðu danska stjórnin og forsætisráðhann alment um umbering,  bæði skrivliga og á røðarapallinum í Fólkatinginum.

- Vit kunnu ikki broyta fortíðina. Men kunnu taka ábyrgdina á okkum og biðja um umbering fyri, at vit hava svikið tykkum, segði Mette Frederiksen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678