Strangasta revsingin er hálvt annað ára fongsul

Strangasta revsingin er hálvt annað ára fongsul
Dómar er nú sagdir í málunum um hóttanir, avnoyðing av peningi og frælsistøku
Føroya rættur hevur alla vikuna viðgjørt rættarmálið móti teimum, sum hava verið ákærdur fyri hóttanir, avnoyðing av peningi og frælsistøku.
 
10.12.2021 - 14:53

Tann eini av teimum ákærdi fekk hálvt annað ára fongsulsrevsing, tveir fingu eitt ár í part, ein fekk sjey mánaðar fongsulsrevsing, og tann síðsti fekk túsund krónur í bót.

Teir eru eisini dømdir at rinda 57.000 krónur í endurgjaldi til órættaða.

Skeyt dómin inn fyri hægri rætt

Danin fekk fongsulsrevsing í eitt ár. Verjin hjá honum avgjørdi alt fyri eitt at skjóta dómin inn fyri hægri rætt. Verjarnir hjá onkrum av hinum ákærdu søgdu, at teir fara at umhugsa, um dómurin skal skjótast inn fyri hægri rætt.

Ákærin hevði annars kravt harðari revsing -  úr átta mánaðum upp í hálvt fjórða ára fongsulsrevsing.

Ákæruvaldið umhugsar skjóta dómin inn fyri hægri rætt, men fer fyrst at nærlesa dómin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424