Samferðslupakkin: Ikki semja í samgonguni

Samferðslupakkin: Ikki semja í samgonguni
Uppskotið fær væntandi fyrstu viðgerð fyri jól, men nevndarviðgerðin verður ikki fyrr enn eftir nýggjár
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, helt tíðindafund um samferðslupakkan í síðstu viku. Nú málið er komið í tingið, tykist samgongan ikki at vera fullsamd um samferðslupakkan.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.12.2021 - 13:10

Tað er ikki bara málið um sammóður, sum setir kílar í samgonguna í løtuni.

Hóast samferðslupakkin hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, er komin í tingið eftir drúgva viðgerð í politiska samferðslubólkinum, so tykist samgongan ikki at vera fullsamd um hann.

Samgongutigmenn í fíggjarnevndini eru sera fámæltir, tá ið teir fáa spurningin, um full semja er um pakkan.

Viðgera málið seinnapartin

Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevndini, vildi fyrrapartin bara siga, at samgongan skal viðgera málið seinnapartin. 

Jákup Mikkelsen, umboðið hjá Fólkaflokinum í fíggjarnevndini, sigur við útvarpið, at semja er gjørd í samferðslubólkinum, men at alt smakkar ikki so væl hjá øllum samgongulimum.

Kristin Michelsen, umboðið hjá Sjálvstýri í fíggjarnevndini, sigur, at hann tekur undir við samferðslupakkanum.

19 mió. kr. í avlopi

Erhard Joensen sigur, at málið helst fær fyrstu viðgerð fyri jól, men nevndarviðgerðin verður ikki fyrr enn næsta ár.

Hann vísir á, at fyri at broytingarnar skulu fáa gildi á nýggjárinum, verður tað gjørt á hendan hátt.

Sambært Fíggjarmálaráðnum javnvigar samferðslupakkin í rakstri, og hann hevur eitt avlop, sum er 19 mió. kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233