Norðoya Fólkafloksfelag mælti frá at umskipa landsstýrið

Norðoya Fólkafloksfelag mælti frá at umskipa landsstýrið
Símun Gullaksen, formaður í Norðoya Fólkafloksfelag, váttar, at tey mæltu floksleiðsluni frá at umskipa landsstýrið á floksleiðslufundinum í gjárkvøldið.
 
20.12.2021 - 18:22

Tað var rokfundur, tá Fólkaflokkurin hevði floksleiðslufund í gjárkvøldið.

Flokkurin viðgjørdi tá, hvussu farast skuldi fram, nú uppskotið um sammøður skuldi fyri løgtingið í dag. Eingin greið niðurstøða var á fundinum.

Fyrrapartin valdu Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur kortini at siga sín landsstýrissess frá sær.

Lokalfelagið í Norðoyggjum mælti í brævi floksleiðsluni beinleiðis frá at umskipa landsstýrið. Símun Gullaksen, formaður, vil ikki lata Kringvarpinum sjálvt brævið, men váttar, at tey mæltu landsstýrisfólkunum frá at taka hetta stigið.

- Vit halda, at tað er eitt álitisbrot ikki at halda seg til samgonguskjalið, men at umskipa landsstýrið var eftir okkara tykki als ikki ein haldbar loysn. Tað skapar óneyðugt órógv bæði í flokkinum og samgonguni annars, og tað tóku vit heilt einfalt ikki undir við, sigur Símun Gullaksen.

- Norðoya Fólkafloksfelag mælti hinvegin til, at uppskotið fór til atkvøðugreiðslu. Atkvøddi Annika Olsen fyri, so átti flokkurin at viðgjørt álitisbrotið hjá Anniku Olsen sum serskilt mál, og um tað álitisbrotið í sær sjálvum átti at fáa avleiðingar fyri hennara støðu í flokkinum. Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur valdu so ikki at lurta eftir tí, sigur Símun Gullaksen.

Annika Olsen atkvøddi eisini fyri uppskotinum við triðju viðgerð. Hann vil ikki siga, um Norðoya Fólkafloksfelag heldur, at Annika Olsen skal koyrast úr flokkinum. Tann støðan skal viðgerast innanhýsis, sigur hann. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666