Felli í Skotlandi kostaði Bakkafrost 174 mió. kr.

Felli í Skotlandi kostaði Bakkafrost 174 mió. kr.
Høvuðsorsøkin til óvanliga stóra fellið í Skotlandi er, at fiskur, sum frammanundan hevði táknutrupulleikar, fekk aðrar avbjóðingar afturat.
Bakkafrost hevði stórt felli í Skotlandi
Mynd: Savnsmynd  
 
20.12.2021 - 09:50

Fellið hjá Bakkafrosti í Skotlandi var stórt í oktober og november.

Partaeigararnir fingu at vita í gjárkvøldið, at fellið kostaði Bakkafrosti 174,6 mió. kr.

Høvuðsorsøkin til óvanliga stóra fellið í Skotlandi er, at fiskur, sum frammanundan hevði táknutrupulleikar, fekk aðrar avbjóðingar afturat. 

Serliga hava pinkuhvalspýggjur gjørt seg inn á táknini. 

 

Mangla kapasitet til viðgerð

Trupult hevur verið at viðgjørt fiskin við feskvatni, tí kapasiteturin var ikki nóg stórur.

Og støðan sum heild var eisini trupul. 

Støðan batnaði tó í november og gjørdist uppaftur betri nú í desember.

Tvey nýggj skip, sum skulu viðgera laks við feskum vatni, koma í øðrum og triðja ársfjórðingi næsta ár. Annað teirra fer til Skotlands.

Tey skulu gera, at lívfrøðiligi váðin minkar nógv.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129