Kommunurnar fingu 38 mió. kr. fleiri í fyribilsskatti í fjør

Kommunurnar fingu 38 mió. kr. fleiri í fyribilsskatti í fjør
Høvuðsstaðarkommunan eigur bróðurpartin av vøkstrinum, 25,4 milliónir kr.
19 kommunur fingu meira í skatti í fjør, og 10 kommunur fingu minni, vísir fyribilsuppgerðin hjá Taks.
 
05.01.2022 - 12:15

Tær 29 kommunurnar í landinum fingu 38,4 milliónir krónur fleiri í fyribilsskatti í fjør enn árið fyri.

Tað vísir fyribilsuppgerðin, sum Taks hevur gjørt av kommunuskattinum fyri 2021.

Tórshavnar kommuna eigur bróðurpartin av teimum 38,4 milliónunum, nevniliga 25,4 milliónir krónur. 

Tilsamans fekk Tórshavnar kommuna 892 milliónir krónur inn í fyribilsskatti. Vøksturin var 2,9 prosent.

19 kommunur meira í skatti

Tilsamans eru 19 kommunur, sum hava fingið fleiri inntøkur í fjør sammett við 2020.

Næstflestar meirinntøkur fekk Klaksvíkar kommuna, sum fekk 2,6 milliónir krónur í meirinntøku. 

Næst Klaksvíkar kommunu eru hesar:  Vága kommuna við 2,5 milliónum, Tvøroyrar kommuna við 2,2 milliónum, Nes kommuna við tveimum milliónum og Kvívíkar kommuna við 1,9 milliónum krónum fleiri í 2021 enn í 2020. 

10 kommunur fingu minni

10 kommunur í landinum fingu minni inn í skatti í fjør enn fyrraárið.

Tilsamans vóru tvær milliardir og 119 milliónir krónur goldnar í fyribils skatti í í fjør.

Landið fekk eina milliard og 801 millión krónur inn í fyribilsskatti í fjør. Tað eru 41,5 milliónir fleiri enn í 2020.

Fyribils kirkjuskatturin í fjør var 68,5 milliónir krónur. Tað eru 2,2 milliónir krónur fleiri enn í 2020.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846