Kasakstan: USA ávarar Russland ímóti at leggja uppí

Kasakstan: USA ávarar Russland ímóti at leggja uppí
Forsetin í Kasakstan sigur, at trygdardeildir halda fram at berja uppreisturin í landinum niður.
Mynd: RitzauScanpix  
 
07.01.2022 - 08:34

USA ávarar Russland ímóti at leggja upp í stríðið í Kasakstan, sum landið longu hevur gjørt. Heimurin fylgir gongdini neyvt, stendur í boðum frá amerikanska uttanríkisráðnum, skrivar Reuters.

- USA og allur heimurin fylgja neyvt við, um mannarættindini í Kasakstan verða brotin, sigur talsmaðurin fyri Pentagon, Ned Price.

Amerikanarar ávara ímóti, at russiskir hermenn fáa til uppgávu at hava eftirlit við almennum stovnum í Kasakstan, sum er fyrrverandi sovjettiskt lýðveldi.

Forsetin í Kasakstan bað um hjálp til at basa ófriðinum, sum hevur verið í landinum seinastu dagarnar, og fyrrapartin í gjár sendi Russland hermenn inn í landið.

2.000 fólk tikin

Fleiri mótmælisfólk lógu eftirá í ófriðinum í størsta býnum í Kasakstan í gjár, Almatyu, og minst 2.000 vóru tikin, upplýsa myndugleikarnir fyri russisku tíðindastovuni, Tass.

Forsetin í Kasakstan, Kassym-Jomart Tokajev, sigur í morgun, at nú er friður aftur í landinum. Trygdardeildirnar arbeiða av øllum alvi at fáa øll viðurskifti í rættlag, og tær halda fram, til øll uppreisturin er bardur niður.

Samstundis verður boðað frá, at 26 brotsfólk lógu eftirá í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Morgunlestur leygardagur 21.mars 2026
205769
Fríggjadag 20. mars
Vikuskiftið 20 mars 2026
205970
Fríggjadag 20. mars
LEITISSTEIN 20.03.2026
205964
Fríggjadag 20. mars
Fyrsta val 20. marts 2026
205948
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949