Filip, Jana og Elisabeth kunnu vinna ítróttastjørnuskotið 2021

Filip, Jana og Elisabeth kunnu vinna ítróttastjørnuskotið 2021
Filip Ilic, Jana Mittún og Elisabeth Erlendsdóttir eru í uppskoti til ítróttastjørnuskotið 2021, sum Ítróttarsamband Føroya letur á fagnaði í februar
Jana Mittún, her umboðandi føroyska landsliðið, er í uppskotið til stjørnuskotið 2021
Mynd: EHF  
 
17.01.2022 - 17:26

Flogbóltsspælarin, Filip Ilic, úr ÍF, H71-hondbóltsspælarin, Jana Mittún, og svimjarin, Elisabeth Erlendsdóttir, úr Havnar Svimjifelag eru í uppskoti til ítróttastjørnuskotið 2021.

Ítróttarsamband Føroya letur virðislønirnar á Ítróttarfagnaðinum, sum verður á Hotel Hilton 5. februar.

Filip Ilic hevur, hóast hann bert er 15 ára gamal, verið eyðsýndur á ÍF-liðnum, sum vann steypakappingina í fjør. Eisini hevur hann staðið seg væl í U-landsliðskappingum fyri Føroyar nýliga.

18 ára gamli H71-bakkurin, Jana Mittún, spældi ein avgerandi leiklut, tá H71 vann steypakappingina hjá kvinnum, og eisini hevur hon gingið undan í góðu úrslitunum, sum hoyvíkingar hava fingið í Evropa Cup-kappingini hjá EHF.

 Elisabeth Erlendsdóttur er 16 ár og svimur við Havnar Svimjifelag. Hon vann mest á FM í stuttgeil í novemberm og setti nýtt føroyskt met í 50 metur rygg. Uttanlands vann hon silvur og bronsu til NJM í Svøríki og tók eisini lut í HM í Abu Dabi í desember.

Umframt sjálvan heiðurin fær Ítróttastjørnuskotið eina peningaupphædd á 5.000 krónur. Ítróttafagnaðurin verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 05. Februar kl. 20:00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391