Fólk fáa dagpengar fyri sóttarhald til 16. februar

bannari
Fólk fáa dagpengar fyri sóttarhald til 16. februar
Fyrsta viðgerð verður í løgtinginum í dag av lógaruppskoti, sum fer at tryggja, at fólk, sum verða sett í sóttarhald, fáa dagpengar fram til 16. februar
Dagpengaskipanin fyri sóttarhald skal leingjast til 16. februar, so hon er í samsvari við ætlanirnar hjá landsstýrinum
 
27.01.2022 - 07:51

Verður tú settur í sóttarhald vegna koronu, fært tú sjúkradagpening fram til 16. februar.

Tað ætlar landsstýrið, sum hevur lagt uppskot fyri løgtingið, um at leingja verandi gildistíð.

Lógin skuldi annars fara úr gildið 1. februar, men fyri at samanhangur skal vera millum lóggávuna og ætlaninar hjá landsstýrinum, er neyðugt at leingja gildistíðina, stendur í viðmerkingunum til uppskotið.

 

1. viðgerð í dag

Í uppskotinum verður sóttarhald vegna koronu javnsett við sjúku hetta tíðarskeiði, og tí hava tey, sum eru í sóttarhaldi, rætt til dagpening vegna sjúku.

Uppskotið er galdandi fyri tey, sum eru fevnd av dagpengalógini, og fólkapensjónistar, ið arbeiða.

Uppskotið kemur til 1. viðgerð á tingfundinum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585