Viðmerkjari: Fólkaflokkurin skal taka støðu til fleiri spurningar

Viðmerkjari: Fólkaflokkurin skal taka støðu til fleiri spurningar
Jóhann Lützen, blaðstjóri, sigur, at stóri spurningurin er, hvør verður nýtt landsstýrisfólk, men eisini formanssessurin í flokkinum
Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum og poltiskur viðmerkjari.
 
17.02.2022 - 08:44

Fólkaflokkurin fer at velja nýtt landsstýrisfólk mánadagin.

Tað skrivaði Vágaportalurin eftir fundin hjá tingfólkunum og landsstýrismonnunum hjá Fólkaflokkinum í gjárkvøldið.

Jørgen Niclasen er farin frá sum landsstýrismaður.

Hann bað í gjár løgmann um at verða loystur úr starvinum. Tað gjørdi løgmaður, og hann hevur fyribils fíggjarmálini í landsstýrinum.

Jørgen Niclasen var tikin fyri at koyra ávirkaður fyri einari viku síðani.

 

Nógvir spurningar

Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum og politiskur viðmerkjari, sigur, at nógvir spurningar skulu avgreiðast, nú Jørgen Niclasen er farin frá sum landsstýrismaður.

Stóri spurningurin er, hvør verður nýtt landsstýrisfólk og leikluturin hjá Jørgeni Niclasen, bæði sum tingmaður og formaður í Fólkaflokkinum.

Hoyr samrøðu, sum Sigmar Bláberg gjørdi við Jóhann Lützen í útvarpstíðindunum:

1509639

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532