Kekkia, Svøríki og Pólland vilja ikki spæla ímóti Russlandi

Kekkia, Svøríki og Pólland vilja ikki spæla ímóti Russlandi
Kekkia noktar nú - saman við Svøríki og Póllandi - at spæla play-off fótbóltsdystir ímóti Russlandi. Trýstið á FIFA veksur
Pólska álopsstjørnan, Robert Lewandowski, vil ikki spæla ímóti Russlandi
 
27.02.2022 - 14:16

Altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, er undir trýsti, nú Kekkia eisini noktar at spæla play-off dystir ímóti Russlandi, skrivar the Mirror.

Fráboðanin hjá kekkum kemur, eftir at bæði Pólland og Svøríki hava sagt tað sama. Orsøkin er russiska innrásin í Ukraina. 

Pólland skuldi spæla hálvfinalu ímóti Russlandi í Moskva 24. mars, men boðaði í gjár frá, at eingin dystur verður ímóti Russlandi, sum støðan er í Ukraina í løtuni.

 - Hetta er rætta avgerðin. Eg kann ikki ímynda mær at spæla landsdyst ímóti Russlandi, meðan vápnað innrás gongur fyri seg í Ukraina. Russisku spælararnir og viðhaldsfólkini kunnu ikki lastast, men vit kunnu ikki lata sum um, at hetta ikki hendir, skrivaði stóra pólska álopsstjørnan, Robert Lewandowski á twitter.

Svøríki og Kekkia skuldu spæla í hinari hálvfinaluni, men bæði landsliðini hava nú boðað frá, at tað kemur ikki upp á tal at fara til Moskva at spæla eina møguliga finalu ímóti Russlandi. 

FIFA hevur onga støðu tikið enn, men forsetin, Gianni Infantino, tykist hava avmarkaðar møguleikar. Antin kann FIFA taka Russland úr kappingini um HM-plássið og geva einum øðrum landsliðið plássið, ella kann Russland fáa HM-plássið í Quatar uttan dyst.

Pólska fótbóltssambandið heitti í morgun á FIFA um at taka støðu umgangandi, og tað sama gjørdi svenska fótbóltssambandið.

 - Ólógliga og órættvísa innrásin í Ukraina ger tað ógjørligt at spæla ímóti Russlandi. Vit biðja tí FIFA avlýsa dystirnar hjá Russlandi í mars. Sama hvørja støðu FIFA tekur, fara vit ikki at spæla ímóti Russlandi í mars, segði formaðurin í svenska fótbóltssambandinum, Karl-Erik Nilsson.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040