Spartak Moskva verður tveitt úr Evropa League

Spartak Moskva verður tveitt úr Evropa League
Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA, ætlar at tveita russiska fótbóltsfelagið, Spartak Moskva, úr Evropa League. Felagið skal eftir ætlan spæla ímóti RB Leipzig í mars
Spartak Moskva sleppur ikki at halda fram í Evropa League
 
28.02.2022 - 12:26

UEFA fer at tveita russiska fótbóltsfelagið, Spartak Moskva, úr Evropa League-kappingini, skrivar Skysports.com.

Felagið skal eftir ætlan spæla í áttandapartsfinalunum ímóti týska liðnum, RB Leipzig, í mars, men sambært Sky í Týsklandi, verða dystirnir ikki spældir, og RB Leipzig fer í fjórðingsfinalurnar uttan dyst. UEFA hevur ikki váttað tíðindini enn.

Orsøkin til avgerðina hjá UEFA er russiska innrásin í Ukraina. 

FIFA útihýsir ikki Russlandi

Fótbóltslandsliðini hjá Kekkia, Svøríki og Póllandi nokta øll at spæla dystir ímóti Russlandi. 

Play-off dystir um HM-pláss í Quatar vóru annars á skránni í mars.

Altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, vil kortini ikki tveita Russland úr kappingini. Í staðin hevur FIFA skotið upp, at Russland kann spæla á uttanveltaðum vølli uttan áskoðarar, undir øðrum navni (RFU) og ikki undir egnum flaggi.

Bæði Svøríki og Pólland hava endurtikið, at tey spæla ikki ímóti Russlandi undir nøkrum umstøðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541