Fótbóltslandsliðið tikið út: Mads Boe Mikkelsen nýggjur í hópinum

Fótbóltslandsliðið tikið út: Mads Boe Mikkelsen nýggjur í hópinum
Mads Boe Mikkelsen úr KÍ er nýggjur í landsliðshópinum hjá Håkani Ericson, sum seinni í mánaðinum skal spæla venjingardystir ímóti Gibraltar og Liktinstein
Mads Boe Mikkelsen úr KÍ er við á landsliðnum fyri fyrstu ferð
 
14.03.2022 - 10:36

Mads Boe Mikkelsen er við á føroyska fótbóltslandsliðnum fyri fyrstu ferð. 

22 ára gamli KÍ-spælarin hevur fingið eina góða byrjan í Klaksvík. Hann hevur spælt allars dystirnar higartil, og er sloppin av við skaðarnar, sum annars hava darvað, síðan hann kom til Føroyar.

Mads Boe Mikkelsen kann spæla á teimum flestu fremstu plássunum, og leygardagin spældi hann á høgra bakki ímóti B36.

Skulu spæla uttan Brand

Brandur Hendriksson Olsen er illa skaddur og spælskiparin verður ikki við í ár. Tað er dyggur smeitur, viðgongur Håkan Ericson, og venjingardystirnir snúgva seg partvís um at finna eina nýggja loysn. 

Dysturin ímóti Gibraltar verður 26. mars, og 29. mars er dysturin ímóti Liktinstein á skránni.

Føroyski hópurin:

Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Teitur Matrs Gestsson, HB
Matthias Heðinsson Lamhauge, B36
Rene Shaki Joensen, KÍ
Heri Hjalt Mohr, HB
Viljormur Davidsen, Helsingborg IF (Svøríki)
Daniel Johansen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Odmar Færø, KÍ
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)
Hørður Askham, HB
Heðin Hansen, HB
Gilli Rólantsson Sørensen, Odd (Noreg)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Hallur Hansson, KR Reykavík (Ísland)
Jákup Biskopsstø Andreasen, KÍ
Mads Boe Mikkelsen, KÍ
Ári Mohr Jónsson, HB
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen (Noreg)
Petur Knudsen, Lyngby DK (Danmark)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland)

Håkan Ericson á tíðindafundi fyrrapartin (MYND: Hans Erik Danielsen, FSF)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439