Eriksen aftur á danska landsliðnum

Eriksen aftur á danska landsliðnum
Christian Eriksen er aftur á danska fótbóltslandsliðnum fyri fyrstu ferð, síðan hann fekk hjartasteðg í Parkini í EM-endaspælinum síðsta summar
Christian Eriksen er aftur í danska landsliðshópinum
Mynd: Hannah Mckay/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
15.03.2022 - 10:49

Christian Eriksen er aftur á danska fótbóltslandsliðnum fyri fyrstu ferð, síðan hann fekk hjartasteðg í Parkini í EM-endaspælinum síðsta summar, skrivar DR.

Tað er greitt eftir úttøkuna hjá Kasper Hjulmand fyrrpartin týsdagin.

 - Eg havi verið í London og tosað við Christian. Hann er væl fyri, hann spælir væl og er avgerandi. Vit gleða okkum at fáa hann aftur í hópin, segði danski venjarin sambært Andreas Kraul frá DR.

Christian Eriksen skifti í januar úr Inter í bestu italsku deildini, har tað ikki er loyvt at spæla við hjartakvikli, til Brentford í ensku Premier League, har hann hevur staðið seg væl síðstu dystirnar.

Danmark skal spæla á útivølli ímóti Hollandi 26. mars og í Parkini ímóti Serbia 29. mars.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985