Føroyar og Grønland verða við í samráðingum um verju

Føroyar og Grønland verða við í samráðingum um verju
Morten Bødskov, verjumalaráðharri, hevur svarað Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni
Morten Bødskov, verjumálaráðharri, sigur, at sjálvandi verða Grønland og Føroyar við, tá samráðingar verða um nýggju verjusemjuna.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
23.03.2022 - 08:32

Føroyar og Grønland verða tikin við, tá samráðingar verða um nýggja semju um verjuna í Danmark.

Tað sigur verjumálaráðharrin, Morten Bødskov, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann. 

Stjórnin í Danmark og fýra flokkar í fólkatinginum hava gjørt avtalu um at gera nýggja semju um verju- og trygdarpolitikk. 

Ráðharrin svarar ikki beinleiðis spurninginum. 

Sjúrður Skaale spurdi, um landsstýrið ella aðrir myndugleikar í Føroyum vóru spurdir ella kunnaðir, áðrenn Forsætismálaráðið boðaði frá semjuni í tíðindaskrivi 6.mars.

Ráðharrin svarar, at sjálvandi verða Grønland og Føroyar við, tá samráðingar verða um nýggju verjusemjuna.

 

Ógreið kunning

Sambært svarinum er ógreitt, um landsstýrið ella aðrir myndugleikar í Føroyum vóru spurdir ella kunnaðir, áðrenn Forsætismálaráðið boðaði frá semjuni um at gera nýggja verjusemju í tíðindaskrivi 6.mars.

Fólkaatkvøða verður í Danmark 1.juni um at strika fyrivarnið, sum Danmark hevur um verjusamstarvið í ES. Føroyar eru ikki í ES. 

Men vísir tað seg, at ítøkilig ES-tiltøk hava serligan týdning fyri Føroyar, fer danska stjórnin sambært galdandi venju at seta seg í sambandi við landsstýrið, sigur Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, í svari til Sjúrð Skaale.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424