Ríkisfelagsskapurin eingin treyt, men lánveitarar skulu kunnast

Ríkisfelagsskapurin eingin treyt, men lánveitarar skulu kunnast
Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur svarað Jaspuri Langgaard, løgtingsmanni, um treytirnar fyri láninum til Eysturoyar- og Sandoyartunnilin
Lánsavtalan um Eysturoyar- og Sandoyartunnilin gongur til 2040, men ríkisfelagsskapurin er ikki treyt fyri avtaluni, sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.03.2022 - 10:40

Eingin treyt er í lánsavtaluni um fígging til Eysturoyar- og Sandoyartunnilin, at Føroyar skulu vera partur av ríkisfelagsskapinum í tíðarskeiðnum, sum avtalan fevnir um.

Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður, sum hevur svarað fyrispurningi frá Jaspuri Langgaard, løgtingsmanni.

Men í avtaluni eru ávísar treytir, sum galda fyri bæði lántakara og lánveitarar.

 

Skulu kunnast

Koma týðandi broytingar, skal partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar kunna lánveitararnar um tað, og bjóða teimum at fáa restlánið afturgoldið.

Tílíkar broytingar kunnu vera, at Føroyar fara úr ríkisfelagsskapinum, at landið selur ognir í felagnum, ella heimildin hjá felagnum at reka tunlarnar verður broytt.

Vilja lánveitarar av hesum orsøkum fáa lánsbrøvini afturgoldin í ótíð, verður neyðugt at endurfíggja tann partin av skuldini, sigur Uni Rasmussen í svarinum til Jaspur Langgaard.

 

Galdandi til 2040

Tunnilsfelagið fekk fígging til Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin í desember í 2016 við keypsavtalu um lánsbrøv til útlendskar og føroyskar keyparar. 

Avtalan gongur til 31. januar í 2040.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650