Bátur fekk sjógv á Norðhavinum

Bátur fekk sjógv á Norðhavinum
Tveir rútar fóru inn og sjógvur kom í maskinrúmið, tá ein bátur fekk ein sjógv á Norðhavinum seinnapartin í gjár
Tjaldrið fór eftir báti á Norðhavinum í gjár, tí hann hevði fingið ein sjógv
 
24.03.2022 - 08:19

Seinnapartin í gjár fekk ein bátur ein sjógv á Norðhavinum.

Tveir rútar fóru inn og sjógvur kom í maskinrúmið. 

Tjaldrið var tætt hjá og var hjá bátinum 20 minuttir seinni. 

 

Fekk hildið lens

Báturin fekk sjálvur hildið lens, og Tjaldrið fylgdi honum til lands. 

Ein maður var við bátinum, men hvørki hann ella báturin vóru í vanda, sigur Sjóbjargingarstøðin.

Týsdagin fylgdi Tjaldrið eisini einum útróðrabáti, sum fekk trupulleikar á Norðhavinum, til lands.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815