Næstan helvtin av orkuni kann koma úr sjónum

Næstan helvtin av orkuni kann koma úr sjónum
Tað sigur útbyggingarætlanin hjá svensku fyritøkuni Minesto
Minesto byrjaði í Vestmannasundi.
 
15.04.2022 - 16:14

Sjóvarfalsorka kann útvega Føroyum 40 prosent av elorkuni.

Tað sigur útbyggingarætlanin hjá svensku fyritøkuni Minesto.

Ætlanin fevnir um fýra øki í Føroyum, sum Minesto metir vera serliga væl egnað til sjóvarfalsorkuverk.

Umboð fyri Minesto hava verið í Føroyum og vóru hjá løgmanni, landsstýrismanninum í orku- og vinnumálum og øðrum.

Ætlanin, sum Minesto legði fram, vísir eina stigvísa útbygging av sjóvarfalsorkuni 20 til 40 megawattí hvørjum staði. 

Byrja í Vestmannasundi

Økini, sum Minesto hevur peikað á, eru Hestfjørður, Leirvíksfjørður, Skopunarfjørður og Svínoyarfjørður.

Fyrsta stigið á leiðini er tó at seta út tvey smærri orkuverk í Vestmannasund, eitt í vár og eitt senni í ár.

Arbeitt verður við einum størri orkuverki í Vestmannasundi, sum eftir ætlan skal setast út seinni í ár. 

Arbeitt verður síðani við at útvega neyðug loyvi til størru útbyggingarnar.

Fyrr í ár kunngjørdi Minesto, at alt teirra virksemi í 2022 verður miðsavnað í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985