Erik Ten Haag skal venja United

Erik Ten Haag skal venja United
Nú er tað alment, at tað verður Erik Ten Hag sum verður nýggjur venjari hjá enska stórfelagnum Manchester United
Erik Ten Hag verður nýggjur venjari í Manchester United
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
21.04.2022 - 11:59

Týskvøldið bleiv Manchester United spælt sundir og saman av Liverpool, sum smurdi enska stórfelagið av 4-0. 

Nú er greitt, at tað verður hollendski Erik Ten Hag, sum skal endurreisa Manchester United.

Manchester United hevur í dag almannakunngjørt, at Erik Ten Hag verður nýggjur venjari í Manchester United.

Erik Ten Hag er í løtuni venjarin hjá Ajax, sum hann hevur vunnið hollendska meistaraheitið við í 2019 og 2021, og liðið sær út til at fara at vinna meistaraheitið aftur í ár. 

 

Vinna meistaraheitið í Ajax

Erik Ten Hag er sjálvur uppsettur upp á at vinna meistaraheitið í Hollandi, áðrenn hann fer til Manchester. Við heimasíðuna hjá Ajax Amsterdam sigur hann, at hann fegnast um, at tað nú er alment, at hann skal venja United. 

"Tað er gott at fáa tað staðfest. Men eg havi bara eitt áhugamál nú, og tað eru teir næstu fimm dystirnir hjá Ajax. Eg vil gjarna gevast her í felagnum á einum jaligan hátt við at vinna meistaraheitið. Á tann hátt tryggja vit Ajax beinleiðis luttøku í Champions League næsta kappingarár," sigur Erik Ten Hag við heimasíðuna hjá Ajax. 

Við heimasíðuna hjá Manchester United sigur Erik Ten Hag:

"Tað er ein stórur heiður at verða settur sum venjarin hjá Manchester Untied, og eg gleði meg ótrúliga nógv til avbjóðingina. Eg kenni søguna hjá felagnum, sum er eitt stórfelag, og eg eri sera uppsettur upp á at menna eitt lið, sum kann geva felagið ta viðgongd, sum felagið hevur uppiborið."

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. januar
Bolero 11 januar 2026
202494
Sunnudag 11. januar
Akademia: Metaetikkur
202423
Leygardag 10. januar
Jambalaja - 100126
202485
Leygardag 10. januar
Upp á tá - 090126
202480
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459
Hósdag 8. januar
Margreta - teknmálstulkað
202400
Hósdag 8. januar
Veðrið
202397
Mikudag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202341