- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heimsins kendasta fótbóltstroyggja til sølu
Øll, ið eru nóg gomul, minnast dystin. Dagurin var 22. juni 1986, og staðið var Estadio Azteca í Meksiko býi.
Argentina og Onglandi, sum bert fá ár frammanundan høvdu kríggjast um Falklandsoyggjarnar, skuldu spæla móti hvørjum øðrum í HM-fjórðingsfinaluni.
Dysturin gjørdist kanska minniligasti fótbóltsdystur í søguni, tí á argentinska liðnum var ein ávísur Diego Armando Maradona, sum nógv meta sum besta fótbóltsspælara nakrantíð.
Hendan dagin víst Maradona, at hann uttan samanbering var besti fótbóltsspælari í heiminum um hetta mundið, men hann vísti eisini, at í honum búði ein døkk síða, sum at enda tók lívið av honum.
Umframt at skora "Aldarinnar mál", so snýtti Maradona bæði dómaran og eingilsmenn, tá hann eisini nevaði ein bólt í málið.
36 mió. kr.
Víðagitna fótbóltstroyggjan, sum Maradona spældi í, tá hann bæði fekk hjálp frá "Guds hond" til at skora, men eisini skoraði "Aldarinnar mál", er nú til sølu.
Tað er Sotherbys, sum selur argentinsku landsliðstroyggjuna, og sølan endar 4. mai.
Boðið eru longu fýra milliónir pund upp á troyggjuna, sum eru smáar 36 milliónir krónur.
"Guðs hond"
Hetta er fyrstu ferð, at víðagitna troyggjan er til sølu, og tað er fyrrverandi enski landsliðsmiðvallarin Steve Hodge, ið selur troyggjuna. Maradona, sum doyði í 2020, skifti nevniliga um troyggju við Steve Hodge eftir dystin.
Steve Hodge var eisini sjálvur blandaður upp í hendingina, tá Maradon fekk hjálp frá "Guðs hond" til at skora, tí tað var Hodge sum av misgávum sparkaði bóltin aftur í egna brotsteig. Maradona leyp upp ímillum enska málverjan, Peter Shilton, og bóltin, og setti nevan á bóltin, sum fór í málið.
Endin var, at Argentina vann dystin 2-1, tí stutt eftir at Maradona hevði tiltuskaði sær eitt óregluligt mál við nevanum, so skoraði hann tað, sum flest øll rokna sum aldarinnar mál.
Úr egnari hálvu, við bóltinum, rak Maradona einsamallur framvið bæði enska miðvøllinum og verjuni, áðrenn hann eisini rak Peter Shilton í enska málinum av og skoraði.
Fekk troyggjuna í spælaratunlinum
Var Maradona ikki ein superstjørna áðrenn dystin, so var hann tað sanniliga eftir dystin, og har er tað, at Steve Hodge fær hendur á víðagitnu troyggjuni, sum nú er til sølu.
Dóttir Maradona hevur roynt at sátt iva um, hvørt talan veruliga er um troyggjuna, ið Maradona var í, tá hann skoraði víðagitnu málini. Sambært dóttrini, so skal Maradona hava skift troyggju í hálvleikinum.
Men Maradona skoraði bæði málini í seinna hálvleiki, og Steve Hodge hevur í enska blaðnum Daily Mail greitt frá, hvussu hann fekk hendur á troyggjuni.
"Eg gekk oman gjøgnum spælaratunnilin, og síggi brádliga, at Maradona kemur gangandi ímóti mær. Eg fór úr mínari troyggju, og vit skiftu um troyggjur beint har, ið vit stóðu."
Hevur verið ein heiður at átt troyggjuna
Sambært Steve Hodge, ið hevur havt troyggjuna hjá Maradona í varðveitslu í yvir 35 ár, so er tíðin búgvin at lata hana víðari til onkran annan at virðismeta.
"Eg havi nú átt hesa troyggju í yvir 35 ár, síðani Maradona og eg skiftu um troyggjur aftan á víðagitna dystin. Tað var mær ein stórur heiður at spæla móti besta fótbóltsspælara nakrantíð, og tað hevur eisini verið mær ein heiður at átt troyggjuna."
Tá avtornaði, so vunnu Argentina og Maradona HM í Meksiko í 1986.
"Guðs hond"-málið.
"Aldarinnar mál"