Landsstýrismaðurin ger einki við gjaldsportur

Landsstýrismaðurin ger einki við gjaldsportur
Magnus Rasmussen hevði viljað roynt málið í rættarskipanini, men tað verður ikki gjørt nú
Gjaldsportrið í Saksun. Portrið er neyvan er lógligt, tí tað forðar fyri atgongd at øki, har ein og hvør hevur rætt til at ferðast, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður.
 
11.05.2022 - 15:07

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, heldur ikki, at skipanir við gjaldsportrum eiga at verða settar upp í føroysku náttúruni. Men hann fer einki at gera við tað, sum er.

Tað sigur landsstýrismaðurin í svari til Beintu Løwe, tingkvinnu í Tjóðveldi, sum spurdi, um tað er í lagi, at gjaldsportur eru ella verða sett upp í føroysku náttúruni.

Beinta Løwe vísir í viðmerkingunum á, at undanfarni landsstýrismaður, Helgi Abrahamsen, segði 1. juni í fjør:

- "at gjaldsportrið, sum síðan á sumri 2019 hevur forðað fyri atgongd at strondini í Saksun, ikki er í samsvari við vanliga fatan av rættinum til atgongd at strondini".

Undanfarni landsstýrismaður legði aftrat, at gjaldsportrið neyvan er lógligt, tí tað forðar fyri atgongd til øki, har ein og hvør hevur rætt til at ferðast."

Beinte Løwe undrast á, at gjaldsportrið framvegis ikki tikið niður, og vil vita, hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera við hetta?

 

 

Ikki nágreiniligar ásetingar

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, svarar, at galdandi lóggáva hevur ikki nágreiniligar ásetingar um, hvør eigur strondina. 

Vanliga fatanin er, at strondin er eitt slag av almenningi, har ein og hvør hevur rætt at ferðast. 

Við støði í hesum ber í øllum førum til at siga, at gjaldsportrið, (...) ikki er í samsvari við vanliga fatan av rættinum til atgongd at strondini.

Út frá hesum ber tí eisini til at siga, at gjaldsportrið neyvan er lógligt, tí tað forðar fyri atgongd at øki, har ein og hvør hevur rætt til at ferðast.

 

 

Royna í rættarskipanini

Landsstýrismaðurin leggur aftrat, at hann hevði viljað roynt málið í rættarskipanini.

Men sum støðan er í løtuni, verður tað ikki gjørt, tí landsstýrismaðurin saman við umboðum fyri hinar samgonguflokkarnar í løtuni arbeiðir við at loysa málið um skipaða gongd í haga. 

Í hesum sambandi verður spurningurin um gjaldsportur í náttúruni, eisini tað í Saksun, viðgjørdur, og vónandi loystur, sigur Magnus Rasmussen,  landsstýrismaður, í svarinum til Beintu Løwe.

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595