Fyrsti koronutilburðurin staðfestur í Norðurkorea

Fyrsti koronutilburðurin staðfestur í Norðurkorea
Tiltøk verða sett í verk alt fyri eitt, og landið verður býtt í øki
Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-Un, kallaði saman til kreppufundar at viðgera koronustøðuna, og tiltøk verða sett í verk alt fyri eitt.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
12.05.2022 - 15:35

Stjórnin í Norðurkorea hevur boðað frá, at fyrsti tilburður av covid-19 nú er staðfestur í landinum.

Higartil hevur stjórnin í Pyongyang sagt, at landið hevur megnað at hildið koronu burtur og við tí forðað fyri, at fólkini í landinum, har búgva 26 milliónir, gerast sjúk av covid-19.

Tíðliga í morgun komu boðini um fyrsta tilburðin, sum myndugleikarnir kalla ein álvarsom hending, ið ávirkar trygdina í landinum.

Sambært frágreiðing frá stjórnini, er talan um omikron-frábrigdið. 

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-Un  kallaði alt fyri eitt til kreppufundar, har avgjørt var at seta í verk eina "hámarks-neyð-virus-ætlan" alt fyri eitt. 

Ætlanin hevur m.a. við sær, at strangari eftirlit verður við markið enn higartil, og at landið, býir og fólk, verða býtt í øki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. mars
RagnarRokk 12.mars 2026
204780
Hósdag 12. mars
Andglettur
205530
Hósdag 12. mars
Fyrsta val 12. mars 2026
205529
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459