Ríkisadvokaturin fer at ákæra fyrrverandi verjumálaráðharra

Ríkisadvokaturin fer at ákæra fyrrverandi verjumálaráðharra
Claus Hjort Frederiksen er fólkatingslimur, og tí fólkatingið góðkenna at taka órinið frá honum.
Claus Hjort Frederiksen, fyrrverandi verjumálaráðharri, verður nú ákærdur fyri at hava likið loyniligar upplýsingar.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
12.05.2022 - 12:46

Ríkisadvokaturin mælir til at ákæra fólkatingslimin hjá Vinstra og fyrrverandi verjumálaráðharran, Claus Hjort Frederiksen, fyri at hava likið loyniligar upplýsingar.

Tilmælið er sent danska løgmálaráðnum, upplýsir ráðið í tíðindaskrivi.

Eftir tilmælinum skal hann ákærast eftir grein 109 í revsilógini, fyri at hava likið loyniligar upplýsingar.

Sambært løgmálaráðnum, komu boðini frá ríkisákæranum týsdagin, og Mattias Tesfaye, løgmálaráðharri, sigur, at hann fer at tosa við politisku flokkarnar í fólkatinginum, um at taka órinið frá fyrrverandi ráðharranum.

Eftir grundlógini kann ein limur í fólkatinginum ikki ákærast ella fongslast, uttan at fólkatingið góðkennir tað. Tað kann bert gerast, um viðkomandi verður tikin, samstundis sum brotið verður framt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815