Kvinnuligir sjónvarpsvertir í Afganistan skulu hylja andlitið

Kvinnuligir sjónvarpsvertir í Afganistan skulu hylja andlitið
Hóast mótstøðu, hava vertirnir tikið boðini frá myndugleikunum til eftirtektar
Soleiðis síggja kvinnuligu sjónvarpsvertirnir út í afganskum sjónvarpi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
22.05.2022 - 15:19

Kvinnuligir sjónvarpsvertir í Afganistan skulu nú hylja ein part av andlitinum, tá tær lesa tíðindi, skrivar AP.

Fyri trimum døgum síðani boðaðu afgansku myndugleikarnir frá, at kvinnuligir sjónvarpsvertir skulu hylja andlitið upp til eyguni, á sama hátt sum aðrar kvinnur í landinum.

Afganskar sjónvarpsstøðir vóru misnøgdar við avgerðina, men nú hava flestu kvinnuligu sjónvarpsvertirnir tikið boðini til eftirtektar, skriva altjóða miðlar.

- Vit gjørdu mótstøðu og vóru ímóti vera í masku skíggjanum, sigur Sonia Niazi, sum er vertur á sjónvarpsstøðini ,TOLOnews.

Men TOLOnews gjørdi greitt, at allar kvinnur, sum noktaðu at fara á skíggjan við ongum sløri ella hijab, vóru tiknar av skíggjanum, og í ringasta føri kundu tær vænta at missa starvið.

 

Sí videomyndir frá AP-tíðindastovuni her:

 

AFGANISTAN_SJONVARPSVERTIR_NET


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815