Pólski forsetin hartar Frakland og Týskland

Pólski forsetin hartar Frakland og Týskland
Andrzej Duda er ovfarin av, at franski forsetin og týski kanslarin hava so nógv samskifti við russiska forsetan um kríggið í Ukraina
Pólski forsetin, Andrzej Duda.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
09.06.2022 - 14:40

Pólski forsetin, Andrzej Duda, sigur, at samskiftið, sum ríkisleiðararnir og stjórnarleiðararnar í Fraklandi og Týsklandi royna at hava við russiska forsetan, Vladimir Putin, legitimerar hann.

- Eg eri ovfarin av øllum samrøðunum sum teir hava við Putin. Teir fáa einki burturúr, sigur Duda í samrøðu við týska blaðið Bild.

Sambært Duda, er tað at tosa við Putin "eitt slag av legitimering av einum fólki, sum hevur ábyrgd av krígsbrotsverkum, sum russiski herurin hevur framt í Ukraina".

 

Putin hevur ábyrgdina

Putin hevur einsamallur ábyrgdina av, at russiski herurin gjørdi innrás í Ukraina, sjálvt um herleiðarar tóku undir við innrásini, sigur Duda. 

Hann samanber støðuna við seinna heimsbardaga.

- Tosaði nakar við Adolf Hitler, eins og nú, undir seinna heimsbardaga? Segði nakar, at hann skuldi hava uppreisn? At hetta skuldi gerast, so at Adolf Hitler ikki kendi seg eyðmýktan, spurdi Duda, og sipaði til, at ávísir ríkisleiðarar í Vesturheiminum,  m.a. Macron, hava sagt, at tað hevur týdning at geva Putin eina slóð út úr krígnum, sum ikki eyðmýkir hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815