Vónin 52 mió. kr. í avlopi í fjør

Vónin 52 mió. kr. í avlopi í fjør
Hóast sølan vaks, var úrslitið eitt vet minni enn í 2020
Tveir triðingar av søluni hjá samtakinum í fjør fóru til útlendskar marknaðir.
 
10.06.2022 - 08:30

52 milliónir kr. í avlopi

Tað var úrslitið hjá samtakinum Vónini í fjør.

Sølan var í fjør 534,5 milliónir krónur, sum eru góðar 23 milliónir krónur fleiri enn árið fyri.

Hóast sølan er vaksin, er ársúrslitið eitt vet minni enn í 2020, tá samtakið kundi vísa á eitt úrslit, sum var 53,4 milliónir krónur. 

 

Vónin hevur eisini feløg uttanlands, m.a. í Grønlandi, Kanada, Danmark og  Noregi. (Mynd: Vónin)

 

Nógvar íløgur

Vónin sigur, at umfatandi íløgur í samtakinum, øktar útreiðslur til menning og øktar lønarútreiðslur eru orsøkin til eitt verri úrslit, hóast sølan er vaksin.

Tveir triðingar av søluni hjá samtakinum í fjør fóru til útlendskar marknaðir.

Samtakið Vónin hevur feløg í Føroyum, Grønlandi, Kanada, Danmark, Noregi, Litava og Skotlandi. 

Í meðal arbeiddu 447 fólk hjá samtakinum í 2021, 98 arbeiddu í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221